Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Óvist hvussu Kristin Michelsen fer at atkvøða

Sverri Egholm

10.12.2017 - 18:41

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Í útvarpinum í gjár greiddi sambandstingmaðurin Magni Laksáfoss frá, at Kristin Michelsen fór at atkvøða fyri uppskotinum um fiskivinnunýskipan. Tað segði Magni Laksáfoss seg hava fingið at vita frá Kristini Michelsen.

Men í dag vil Kristin Michelsen einki siga um hetta. Hann sigur við Kringvarpið, at tað fer at vísa seg týsdagin.

Týsdagin verður triðja og seinasta viðgerð av uppskotinum um nýggja fiskivinnuskipan. Nógv rok var um málið fríggjadagin, tá Kristin Michelsen segði seg hava gjørt eina sonevnda kliring við Magna Laksáfoss.

Tá atkvøtt var, vísti tað seg, at avtalan helt, og Magni Laksáfoss fór úr tingsalinum og atkvøddi ikki í málinum. Sostatt var málið samtykt við minst møguligum meiriluta við 16 fyri og 15 ímóti.

Ein annar stórur spurningur í málinum er Framsókn, har tey millum annað fílast á, at uppboðssøluparturin er so nógv minkaður og at menningarkvoturnar ella økiskvoturnar eru vorðnar størri. Tey fara í morgin at taka støðu til um eitt broytingaruppskot skal leggjast fram av málinum.

Les eisini: Magni Laksáfoss: - Kliringaravtalur eru púra vanligar

Les eisini: Spenningur í Sambandsflokkinum