Jörgen Petersson, IIGA-forseti, avmyndaður á endahátíðini á Jersey í summar

Oyggjaleikir: Gibraltar bjóðar seg fram í 2019

Ingi Samuelsen

06.08.2015 - 14:25

Ítróttur >

Okkurt bendir nú á, at ein loysn er funnin á trupulleikanum í oyggjaleikahøpi, sum uppstóð tá Føroyar tóku tilboðið um at hýsa leikunum í 2019 aftur.

Nú bjóðar Gibraltar seg at vera vertur.

Føroyar høvdu annar fingið tillutað vertsskapin, men Ítróttasamband Føroya mátti í fjør taka tilboðið aftur, tá ÍSF staðfesti, at Føroyar ikki kláraðu at hýsa talinum av ítróttagreinum, sum krevst.

Trupulleikin er, at her er eingin golfbreyt, og hartil eru møguleikarnir fyri serliga byrsuskjóting, bogaskjóting og tennis ikki nøktandi fyri at kunna hýsa oyggjaleikunum.

Tá Føroyar tóku seg aftur, bjóðaði spanska miðjararhavsoyggin Menorca seg at hýsa leikunum. Men í summar tók Menorca sítt tilboð aftur, og so valdaði fullkomin óvissa um, hvat hendir við oyggjaleikunum í 2019.

Men í dag boðar altjóða oyggjaleikafelagsskapurin, IIGA, frá aðalnevndin hevur góðtikið ein fyrispurning frá Gibraltar um at koma við einum boði upp á leikirnar í 2019. Freistin at bjóða seg fram er í september.

Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti, sigur við Portalin, at við hesi fráboðan frá IIGA er so at siga avgjørt, at leikirnir vera í Gibraltar um fýra ár.

- Tað eru helst bara onkur formalia, sum skulu upp á pláss við lokalu myndugleikarnar. IIGA hevði nokk ikki sent slíkt tíðindaskriv út, um nevndin ikki var samd um at geva Gibraltar vertsskapin, sigur Petur Elias Petersen.

IIGA-forsetin, álendski Jörgen Petterson sigur í fráboðanini, at hann frøist um at kunna geva Gibraltar møguleika at hýsa oyggjaleikunum.

- Tað er politikkurin hjá IIGA at geva smáu limalondunum møguleika at vera vertur, og tað er gott at síggja, at Gibraltar nú tekur ímóti hesi avbjóðing, sigur Jörgen Petterson.

Oyggjaleikir hava einaferð fyrr verið í Gibraltar, í 1995.

Les eisini: Menorca megnar heldur ikki at hýsa OyL 2019