Oyrasundsbrúgvin sum heimsins størsti adventskransur

Ingi Samuelsen

04.12.2017 - 08:43

Tíðindi > Danmark

Í gjár var fyrsti sunnudagur í advent, og fólk, ið koyrdu eftir ella nærhendis Oyrasundsbrúnni kundu í hesum sambandi uppliva heimsins størsta adventskrans.

Tá var fyrsta ljósið tendrað á einum av teimum fýra tornunum, ið halda brúnni uppi.

Eigarin av brúnni, Øresunds Konsortiet, hevur fyrr valt at tendra neyðljósini á tokdekkinum, so at brúgvin hevur virkað sum ein átta kilometra long ljósketa yvir Oyrasund. Men í ár verða hesi neyðljósini skift út, og sostatt verður hesin siður brotin.

Í staðin er avgerð tikin um at seta ljós á toppin av tornunum, sum komandi sunnudagarnir skulu virka sum adventsljós.

- Serligar lampur eru settar upp á toppin, sum lýsa oman eftir tornunum. Floghavnin í Kastrup er nærhendis, so vit hava stillað lampurnar soleiðis, at tær ikki órógva flogferðsluna, verður sagt í tíðindaskrivi frá brúnni.

Fyrsta ljósið varð tendrað í gjár, og tey verða tendrað millum klokkan 15 og 09 hvønn dag fram til nýggjársaftan.

Talan er um Led-ljós, ið ikki brúka eins nógvan streym, og tey jólaljós, sum higartil eru brúkt á brúnni, verður sagt í tíðindaskrivinum.

Tornini á Oyrasundsbrúnni eru 203,5 metrar høg. Hvørt torn hevur 14 Led-spots.