Ozzy Osbourne, Tommy Iommie og Geezer Butler vunnu um vikuskiftið eina Grammy-virðisløn í bólkinum Best Metal Performance



Mynd: EPA/Paul Buck

Myndarøð: Ozzy Osbourne og Cyndi Lauper vunnu Grammyvirðisløn


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Sveinur Tróndarson

27.01.2014 - 20:31

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

Tað heilt stóra í tónleikaheiminum er, hvør vinnur Grammy-virðislønirnar.

Tað tiltakið, nummar 56 í røðini av slíkum tiltøkum, var hildið í Staples Center í Las Vegasí í gjárkvøldið.

Vit hava her kutað burtur úr myndarúgvuni, sum myndastovan EPA hevur frá tiltakinum, og vísa nøkur av teimum, sum vunnu virðisløn.

Millum tey, sum vunnu, vóru tvey ið hoyra til gomlu garduna í tónleikaheiminum. Cyndi Lauper og Ossy Ozbourne. 

Cyndi Lauper, sum í dag er 60 ára gomul, er mest kend sum popptónleikari. Hon hevði fleiri hitt í byrjanini av 80-unum, millum annað "Girls Just Want to Have Fun" og "Time after Time". Hon vann eisini ein Grammy í 1986 og nú vann hon so enn ein, men hesaferð fyri "Best Musical Theater Album".

Ein annar, sum er gamal í garði, er rokkarin Ozzy Osbourne. Hann vann í ár sína næstu Grammy-virðisløn. Ta fyrstu fekk hann í 1994.