Pætur: - Gerrard kemur eitt stig nærri Wembley

Hanus Samró

14.02.2015 - 03:31

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í sambandi við "Premier League sendingina," sum verður víst á Portal.fo, hava vit sett Pæturi Johansen nakrar spurningar viðvíkjandi dystinum millum Crystal Palace og Liverpool í ensku steypakapingini.

- Eg havi góðar vónir. Crystal Palace hava klára seg væl síðan venjaraskifti, har Alan Pardew tók yvir. Tó haldi og vóni eg, at Liverpool verður omaná tá avtornar, og koma eitt stig nærri málinum um at fáa Gerrard á Wembley.

Liverpool hava verið nógv darvaðir av skaðum í seinastuni, tí hvørki Lucas ella Gerrard vera við móti Crystal Palace. 

- Liverpool hevur nógvar skaðar í løtuni. Gerrard og Lukas eru úti, men Emre Can hevur verðuliga sett sín dám á liðið við sínum frálíka spælið. Ibe er komin á liðið og hevur víst seg stinnan á høgra vongi, við góðum innleggum, skjótleika og gjøgnumbrotskraft. Sturridge er aftur eftir skaða og vísti gott spæl í vikuni, við einum uppleggið og einum straffi.
Mignolet hevur hildið málið reint í 400 minuttir, Lovren kemur inn í miðverjuna fyri Can, sum verður fluttur á miðjuna fyri Gerrard, og eg eri sannførdur um, at Sturridge og Moreno enda við at gera ”The Sturridge dance”.

Dysturin millum Crystal Palace og Liverpool byrjar kl.17.30.