Landsliðsvenjarin hjá Føroyum sær fram til fyrsta dystin í HM undankapppingini.


(Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Pætur S. Clementsen: Hetta er ein nýggj og spennandi avbjóðing

Agnar Frederiksen

13.09.2017 - 10:36

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Føroyska A-landsliðið hjá kvinnum spælir í annakvøld fyrsta dystin í HM-undankappingini, tá Kekkia vitjar á Tórsvølli.

Føroyska liðið fyrireikar seg í løtuni til stóru uppgávuna. Høvuðsvenjarin, Pætur S. Clementsen, greiðir soleiðis frá:

- Vit møttu inn mánadagin, og vit venja hvønn dag nú fram ímóti dystin. Hetta er ein nýggj og spennandi avbjóðing, sum vit gleða okkum til. Vit hava hugt eftir kekkiska liðnum, og tað er eingin ivi um, at tað er eitt gott lið, ið er væl fyri fysiskt. Tað eru eini 40 pláss ímillum londini á styrkislistanum, so tað verður ein torfør uppgáva.

Føroyar leiktu seg í sjálva undankappingina, við at vinna undan-undankappingarbólkin í apríl. Allir dystirnir vórðu leiktir á Tórsvølli, og Føroyar vunnu allar tríggjar dystirnar. Pætur vísur á, at talan er um eina heilt øðrvísi uppgávu nú, men at mótstøðuliðið í morgin er á nøkulunda sama støði, sum Turkaland, ið Føroyar vunnu 2-1 á í apríl:

- Í apríl var talan um tríggjar ymiskar dystir. Vit fingu eina góða byrjan ímóti Luksemburg, ið var veikasta liðið í kappingini. Tann sigurin gav momentum, og vit avrikaðu frálíka væl ímóti sterku liðunum hjá Montenegro og Turkalandi, sum vit eisinu vunnu óvæntað á. Nú er talan um aðrar umstøður. Tá leiktu vit tríggir dystir uppá níggju dagar. Nú kunnu vit ikki koma spakuliga í gongd, nú skulu vit verða á beinavegin, tá tað bert er ein dystur. Talan verður eisini um torførari mótstøðu, men tað má metast, at Kekkia ikki er nógv sterkari enn Turkaland.

Spurdur um hvørja ávirkan tað hevur, at lyklaleikarin Heidi Sevdal ikki er tøk til dystin í morgin vegna leikbann, svarar landsliðsvenjarin soleiðis: 

- Heidi var sera umráðandi fyri okkum, tá vit spældu okkum víðari. Tað er sjálvandi ein missur, at hon ikki verður við ímóti Kekkia. Men tað er ikki nakað, sum vit fokusera nógv uppá. Vit hava jú nógvar aðrar sterkar leikarar í hópinum.

Føroyar eru nú við til eina undankapping fyri aðru ferð. Føroyar vóru eisini við í undankappingini til HM 2015. Tá fingu Føroyar tvey stig, og sambært Pæturi Clementsen so er dreymurin at koma upp um tað, og møguleikin fyri at uppnáa tað liggur serliga ímóti Kekkia og Slovenia. Hinvegin er Pætur greiðir yvir, at tað verður sera trupult: 

- Vit hava tosað eitt sindur saman um, hvat málsetningurin fyri kappingina skal verða. Tað er trupult at meta um, hvat vit kunnu vænta, men vit vóna so at fáa stig, og dreymurin hevði verið at fingið fleiri stig enn seinast. Týskland og Ísland eru seedað hægst, so har er talan um ógvuliga sterka mótstøðu. Realistiski møguleikin fyri stigum liggur ímóti Kekkia og Slovenia.

Til seinast vísur Pætur á týdningin av, at Føroyar hava leikt seg í hendan undankappingarbólkin:

- Tað er sera umráðandi fyri okkum og fyri føroyskan kvinnufótbólt sum heild, tí so fáa føroyingar sæð, at vit kunnu spæla ímóti stórum liðum, og vit fáa nakrar stórar dystir her í Føroyum. Vit vita, at tað er møguleiki fyri, at vit  fáa oyruni í maskinuna í summum dystum, men hetta er eitt stig í menningini.

Dysturin ímillum Føroyar og Kekkia verður bríkslaður í gongd á Tórsvølli í morgin kl.19.00. Tað er ókeypis atgongd til dystin.