Páll Finnur Páll við einum sangi afturat



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

08.06.2018 - 07:45

Mentan > Mentan > Tónleikur

Páll Finnur Páll eru aftur farnir til verka.

Bólkurin brúkti eitt vikuskifti í apríl at taka upp nýtt tilfar, sum síðani varð sent til ljóðblandingar hjá Theodor Kapnas í Studio Bloch.

Fyrra lagið, Hide, kom út fyri nøkrum vikum síðani. Seinna lagið, ið nevnist Trettan, er nú eisini tøkt.

Páll Finnur Páll plaga at spæla nógvar konsertir um summarið. Limirnir halda tó summarfrí í ár, so einasta konsert verður á ársins Summarfestivali. Ætlanin er at frumframføra bæði løgini tá, boðar bólkurin frá í skrivi.