Páll Klettskarð fer eisini í 2018 at skora mál fyri KÍ. (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Páll og KÍ skrivað undir nýggjan sáttmála



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

02.07.2017 - 19:57

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Seinastu árini hevur Páll Andrasson Klettskarð verið ein lyklaleikari hjá KÍ. Vandamikli áleyparin hevur eisini javnan verið á A-landsliðnum. Í dag er greitt, at samstarvið millum áleyparan og barndómsfelag hansara heldur fram næsta ár eisini. 

Partarnir hava í dag gjørt avtalu, ið er galdandi fyri kappingarárið 2018. Hetta skrivar Norðlýsið á heimasíðu sínari. Páll hevur skorað 89 mál fyri KÍ, og eftir farna kappingarár varð hann valdur til ársins leikara hjá KÍ, eftir at hann hevði skorað heili 21 ferðir í landskappingini. 

 - Eg trívist øgiliga væl og havi onga ætlan um at skifta felag. Vit hava gott samanhald og arbeiða hart fyri    at blíva eitt toppfelag. Tær ambitiónirnar vil eg vera ein partur av og hjálpa til við at røkka, segði Páll við Norðlýsið eftir, at sáttmálin varð undirskrivaður.

Páll Klettskarð er varaliðformaður hjá KÍ, og hóskvøldið hava hann og liðfelgarnir eina stóra uppgávu í Stockholm, tá AIK bíðar á Friends Arena.