(Mynd: RUV)

Pálmarsson til FC Barcelona



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

23.10.2017 - 11:10

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Íslendski landsliðsleikarin í hondbólti, Aron Pálmarsson, verður nú Barcelona-leikari.

Spanska stórfelagið, sum er millum heimsins bestu lið í hondbólti, boðar í dag frá, at 27 ára gamli bakspælarin skal spæla við felagnum.

Íslendingurin hevur síðan 2015 havt sáttmála við felagið Veszprém í Ungarn, og í morgun komu ungarska og katalanska felagið ásamt um Pálmarsson. Sáttmálin hjá íslendinginum varir í fýra ár til 2021.

Umframt Veszprém, hevur Pálmarsson eisini spælt fyri THW Kiel í Týsklandi og FH Hafnarfjörð heima í Íslandi. Hann er – sambært Wikipedia – skrásettur fyri 105 landsdystir fyri ísland.

RUV skrivar, at fyrsti dystur hjá Pálmarssyni fyri Barcelona helst verður í Champions League móti Zagreb 4. november.