PanamaPapers: Maltesar krevja ráðharra frá

Ingi Samuelsen

11.04.2016 - 06:06

Tíðindi > Uttanlands - Búskapur

Fleiri túsund mótmælisfólk fóru sunnudagin út á gøturnar í høvuðsstaðnum á Malta, Valetta, við kravi um at Joseph Muscat, forsætisráðharri leggur frá sær eftir avdúkingar av, at ein av ovastu embætismonnum hansara og ein ráðharri eiga vinnurekandi feløg í skattaskjólum.

- Forsætisráðharrin hevur mist sín rætt til at stjórna, og eigur at leggja frá sær áðrenn hann ger størri skaða, segði andstøðuleiðarin Simon Susuttil undir mótmælunum, skrivar Danmarks Radio.

Andstøðan á Malta vil hava eina álitisatkvøðu í tjóðartinginum, tí Muscat ikki hevur hevur koyrt Konrad Mizzi, orkumálaráðharra, og umsitingarovastan, Keith Schembri, frá.

Teir eru báðir nevndir í sonevndu Panama-skjølunum, ið eru 11,5 milliónir skjøl um kundar hjá sakførarafyritøkuni Mossack Fonseca í Panama, ið hevur sum sergrein at hjáopa við at flyta stórar peningaupphæddir í sokallað skuffufeløg í skattaskjólum.

Busuttil hevur reist spurningin, um samband er millum virksemi hjá orkumálaráðharranum í skattaskjóli og so tað, at orkufelagið á Malta er selt einum kinesiskum felagi, umframt søluna av tveimum sjúkrahúsum og øðrum avgerðum, skrivar Danmarks Radio.