Pápi og dóttir lesa Bíbliuna í nýggjum føroyskum poddvarpi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

06.10.2017 - 18:05

Mentan > Trúarlív

Í nýggjum poddvarpi, á enskum podcast, er Arni Zachariassen saman við dóttir síni Lý, farin í gongd við at lesa Bíbliuna.

- Vit eita Arni og Lý og hetta er eitt podcast, har vit lesa Bíbliuna. Arni er pápin og Lý er dótturin. Arni hevur lisið Bíbliuna nógv og hevur gingið í skúla fyri at læra meir um hana. Lý hevur altíð góðar tankar og spurningar um tað, sum stendur í Bíbliuni, stendur á heimasíðuni lyogarni.com, sum er gjørd til poddvarpið.

- Endamálið við podcastinum Lý og Arni lesa Bíbliuna er at hjálpa børnum og vaksnum í Føroyum at lesa Bíbliuna saman. Man kann koyra tað frá um kvøldi áðrenn songartíð. Ella tá ið tit koyra bil. Ella sunnudag ella onkran annan dag, tá ið tit hava eina góða løtu saman at tosa um Gud og Bíbliuna. Tað er gott at lesa í Bíbliuni. At lesa í Bíbliuni ger, so vit koma at kenna Gud betri og blíva betri við hann. Og tá ið vit koma at kenna Gud betri og vit blíva betri við hann, so blíva vit eisini betri við hvønn annan, bæði børn og vaksin.

Í fyrsta parti tosa Lý og Arni um hvat Bíblian er og hvat tað merkir, at hon er Guds orð. Brotið, sum verður lisið er Lukas 24:13-35.

Hoyr brotið omanfyri og les meira Lý og Arna her