(Mynd: AP Images)

Paradise Papers: 13 mió skjøl um skattaskjól likin til umheimin

Ari av Rana

05.11.2017 - 20:49

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Paradiseskjølini koma úr einum advokatfelag á Bermuda. Tey innihalda upplýsingar um feløg, kend fólk og kongalig, skrivar Finans.

Skjølini eru 13,4 mió. í tali og flestu teirra koma frá advokatfelagnum Appleby á Bermuda. Tó eru nøkur skjøl úr ráðgevarafelag í Singapore og 19 virkisyvirlitum av skattaskjólum kring heimin.

Tað er týska blaðið Süddeutsche Zeitung, sum fekk skjølini, og sum síðani er deild við ICIJ, sum er eittt altjóða samstarvsskipan av tíðindafólki.

Skjølini avdúka fíggjarligar loynidómar frá skattaskjólslandum, og umfata altjóða feløg, kend fólk og kongalig.

Talan er um tilsamans yvir 35.000 persónar, harav 140 eru úr Danmark.