Paradise-Amalie: Eg bleiv vaksnamannahappað



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

11.01.2018 - 22:51

Mentan > Undirhald

Veruleikasjónvarpsstjørnan, Amalie Szigethy, sum var við í donsku veruleikasjónvarpssendingini á TV3, Paradise Hotel, roynir nú at sleppa av við neiligu fatanina, sum fólk hava av sær.

Amalie var 18 ára gomul, tá hon luttók í Paradise Hotel, og bleiv hon kend fyri sínar heldur óhepnu útsagnir. Eitt nú spurdi Amalie ein luttakara, um henni dámdi at lata seg í sum ein russisk rouletta.

- Hatta var tað, man kallar vaksnamannahapping. Eg var bara ein lítil genta, sigur Amalie við DR.

Í dag sigur Amalie Szigethy nei til fleiri hugskot til komandi sendingar, tí at hon vil ikki verða kend sum tann tolluta unga gentan. Nú skulu fólk síggja, at hon er blivin vaksin, sigur Amalie við DR.