Bretska drotning Elizabeth (Mynd: EPA)

Paradísskjølini: Bretska drotningin, Bono og politikarar eru avdúkað

Ari av Rana

06.11.2017 - 10:20

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Fleiri kend fólk eru millum tey, sum eru avdúkað í paradísskjølunum.

- Bretska drotning Elizabeth hevur gjøgnum sínar ognir sett fleiri milliónir pund í ein grunn í Cayman Islands.

- Apple, Nike, Uber og Facebook sigast, at hava framt ágangandi skattaundandrátt. Júst hvussu er ikki kent.

- 120 politikarar í 50 londum og fleiri kend fólk flyta teirra ríkidømi til skattaskjólslond. Tað er ikki kent akkurát hvørji hesi eru, tó verður Bono úr U2 nevndur.

- Skjølini vísa samband millum Juri Milner, ein russiskur pengaíleggjari, sum hevur lagt pengar í Facebook og Twitter, og tvey russisk feløg sum staturin eigur, sum eru kend fyri teirra tætta samband við russisku stjórnina. Eitt nú hevur Gazprom stórar peninganøgdir í feløgum í skattaskjóli, og hevur saman við einum samstarvsfelaga legt nógvar pengar í Facebook. Tilsamans eru fleiri milliónir krónur franra frá russiskum stovnum til Facebook og Twitter.

- Fleiri lyklaráðgevarar og ministarar hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, hava pengar standandi í londum við lágum skatti. Hetta er millum annað fíggjarmálaráðharrin Steve Mnuchin, uttanríkisráðharrin Rex Tillerson, fíggjarligi ráðgevin Gary Cohn, og ambassadørurin í Russlandi Jon Huntsmann.

- Skjølini vísa eisini, at amerikanski handilsmálaráðharrin, Wilbur Ross, ger handil saman við svágrinum hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin. Millum annað kann Wilbur Ross vinna pening, um nøkur russisk feløg, sum eru undir revistiltøkum frá USA, hava framgongd.

Keldur: The Guardian, Finans