Russiski ríkmaðurin Alisher Usmanov (Mynd: EPA)

Paradísskjølini: Everton og Arsenal í brennideplinum

Ari av Rana

06.11.2017 - 12:52

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Upplýsingar í Paradísskjølunum seta spurnartekin við um Farhad Moshiri, sum eigur næstan 50% í Everton, og Alisher Usmanov, sum eigur 30,4% í Arsenal, hava brotið Premier League reglurnar um eigaraskap í fótbóltsfeløgum.

Moshiri og Usmanov keyptu 14,58% av Arsenal í 2007 gjøgnum eitt offshore felag, sum kallast Red and White Holdings. Men nú vísa Paradísskjølini, at fíggingin av keypinum kom frá einum felag, sum kallast Epion Holdings. Eigarin av Epion Holdings er Alisher Usmanov.

Frá 2007 til 2013 øktist eigaraskapurin í Arsenal frá 14,58% til 30,4%. 26. februar 2016 selur Moshiri sín part av eigaraskapinum í Arsenal til Usmanov, og brúkar peningin at keypa 49,9% av Everton.

Men um øll fíggingin av partapeninginum í Arsenal kom frá Epion Holdings, sum Usmanov eigur, so átti Usmanov allan partin av Arsenal at byrja við. Tá Usmanov so keypir sín egna part av Arsenal frá Moshiri, og Moshiri brúkar teir pengarnar frá Usmanov til at keypa Everton, er tað í veruleikanum Usmanov, sum nú eigur 49,9% av Everton.

Tá Moshiri keypti 49,9% av Everton skrivaði eitt russisk miðlafelag, sum hevur nógv samband við Usmanov, at Usmanov nú var nýggi eigarin í Everton. Uppáhaldið, at tað í veruleikanum er Usmanov, sum eigur 49,9% av Everton, tykist tí at hava tyngd.

Spurningurin er nú, um hetta fær avleiðingar fyri Moshiri, Usmanov og møguliga Everton og Arsenal, tí at Premier League reglurnar siga, at um ein eigur meiri enn 10% í einum fótbóltsfelag, so hevur viðkomandi ikki loyvi at eiga nakað sum helst í einum øðrum felag.

Kelda: BBC