Parasport Føroyar vertir fyri NM í boccia



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

11.05.2018 - 08:17

Ítróttur > Ítróttur > Parasport

Í døgunum 11. og 12. mai verður skipað fyri Norðurlendameistaraskapi í Boccia í høllini á Nabb í Tórshavn.

Rigmor Dam, landstýriskvinna í mentamálum og verji fyri Parasport Føroyar, setir kappingina kl 8:30 fríggjadagin 11. mai.

Tilsamans eru 112 ítróttafólk og leiðarar úr øllum norðanlondum. Samlaða talið er omanfyri 150 fólk, sum eru virkin til tiltakið, tá dómarar, linjudómarar v.m. eru íroknað.

Kappast verður í tveir dagar og endar kappingin við heiðursmerkjahandan leygardagin umleið kl 15.

Øll eru vælkomin í høllina at hyggja eftir kappingini, sum er ókeypis at koma inn til.