(Mynd: EPA)

Paris: Allir gimsteinarnir afturfunnir



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

12.01.2018 - 06:58

Tíðindi > Uttanlands > Brotsverk

Allir gimsteinarnir, sum mikudagin vórðu stolnir frá kenda marglætishotellinum, Ritz, í Paris, eru komnir afturíaftur. Tað upplýsa keldur við kunnleika til málið fyri fronsku AFP tíðindastovuni.

Nakrir av stolnu lutunum vórðu funnir mikudagin, tá løgreglan handtók tríggjar persónar, sum royndu at flýggja frá hotellinum. Restin lá í eini tasku, sum løgreglan fann, upplýsir keldan.

Gimsteinarnir og urini høvdu eitt virði upp á yvir fýra milliónir evrur, svarandi til umleið 30 milliónir danskar krónur.

Tað var um 18.30-tíðina mikukvøldið, at tríggir menn komu inn í kenda hotellið og knústu glasið til nøkur sýnisskáp við gimsteinum í einum smúkkuhandli í forhøllini á hotellinum.

Teir tríggir menninir vóru, sambært løgregluni, komnir inn gjøgnum inngongdina, sum starvsfólkini brúka. Teir fóru serliga eftir dýrum smúkkum og urum av merkjunum Rolex og Piaget.

Tjóvarnir tveittu taskur við tjóvagóðsinum út gjøgnum ein glugga, har minst tvey hjálparfólk stóðu til reiðar, innan teir vórðu handtiknir, sigur løgreglan við AP. Hjálparfólkini eru ikki funnin, skrivar Ritzau.

Ritz lat uppaftur á sumri 2016 eftir at hava verið fyri umfatandi umvælingum, sum tóku fýra ár. Bygningurin varð bygdur í 18. øld sum privatur bústaður. Í 1889 lat sveitsarin, César Ritz, upp hotell í bygninginum.

Les eisini: Tjóvar rændu gimsteinar fyri 4 mió. evrur frá Ritz Hotel í Paris