(Mynd: EPA)

Paris og Los Angeles fáa OL í 2024 og 2028


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Sverri Egholm

13.09.2017 - 21:17

Tíðindi > Ítróttur > Altjóða ítróttarkappingar

IOC hevur í dag kunngjørt, at franski høvuðsstaðurin Paris verður karmur um OL í 2024 og at leikirnir verða hildnir amerikanska stórbýnum Los Angeles í 2028.

Hetta er fyrstu ferð í søguni at altjóða olympiska nevndin hevur útnevnt tveir OL vertir í senn, men almsamt minkandi áhugin hevur er orsøkin, skrivar Ritzau.

Vanligt er, at býrinir sum fáa leikirnir verða kunngjørdir sjey ár áðrenn, men Los Angeles fær so heili 11 ár, at fyrireika seg til summarleikirnar.

Paris hevði leikirnar í 1924, og tí hava fleiri lond í IOC sagt, at tað býurin skuldi hava leikirnar fyri at markera árið. Hetta bleiv so eisini úrslitið, hóast Los Angeles leingi mutaði í móti og vildi hava leikirnir ta árið.

Summarleikirnir í 2020 verða í Tokyo.