Partamaður í Senatinum sammetti Trump við Stalin

Ingi Samuelsen

18.01.2018 - 07:34

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Republikanski senatorurin, Jeff Flake, helt seg ikki aftur, tá hann í eini røðu í Senatinum í gjár sammetti álopini hjá amerikanska forsetanum á fjølmiðlarnar við fyrrverandi sovjettiska einaræðisharran, Josef Stalin.

Undir Donald Trump, hava Hvítu Húsini lýst fjølmiðlarnar sum ”fígginda fólksins” og eru komin fram við heitinum ”alternativ fakta”.

Hetta eggjar einaræðisharrar í harðrendum londum, so sum sýriska forsetan, Bashar al-Assad, og filipinska forsetan, Rodrigo Duerte, segði republikanski forsetin fyri Arizona, sum í longri tíð hevur funnist at forsetanum.

- Fólksins fíggindi, er tað, sum forseti USA kallar frælsu pressuna fyri í 2017. Tað sigur nakað um støðuna í okkara fólkaræði, at okkara egni forsetin nýtir orð, ið fyrr vórðu brúkt av Josef Stalin at umrøða sínar fíggindar, segði Jeff Flake í røðu síni, skrivar dr.dk.

Josef Stalin stýrdi Sovjetsamveldinum frá miðskeiðis í 1920’unum til hann doyði í 1953. Hann brúkti ofta heitið ”fólksins fíggindi” um síni mótstøðufólk í royndini at rudda tey av vegnum.

- Frælsa pressan er fíggindin hjá einaræðisharrum, og tað ger frælsu pressuna til verja hjá fólkaræðinum. Tá ein valdsmikil persónur kallar søgur, honum ikki líkar, fyri ’fake news’, er tað persóninum vit skulu hava illgruna um. Ikki pressuna, segði Jeff Flake.

Á einum tíðindafundi í gjárkvøldið vísti talsmaðurin í Hvítu Húsunum, Sarah Huckabee Sanders, útsøgnirnar hjá Jeff Flake aftur, og kallaði tær láturligar.

Hon skuldsetti senatorin fyri at royna at skapa uppmerksemi og vísti á, at hann ger hetta einans tí at hann klárar seg illa sjálvur.

55 ára gamli Jeff Flake hevur leingi talað Trump ímóti, og boðaði longu í oktober frá, at hann ikki fór at stilla uppaftur til miðvalið, sum verður í november í ár.

Sarah Huckabee Sanders váttaði eisini í gjárkvøldið, at amerikanski forsetin framvegis hevur ætlanir um at geva eina virðisløn til ”mest korrupta og óreiðiliga fjølmiðilin”, eins og hann fyrr hevur boðað frá.

Hóast Jeff Flake seinastu mánaðirnar hevur funnist at Trump, hevur hann seinastu tíðina atkvøtt fyri bæði skattanýskipanini hjá republikanarunum og fyri at taka av Obamacare fyri at skipa nýggju heilsunýskipanina hjá republikanarunum, skrivar dr.dk.




beint nú