Terje Sigurðsson, semingsmaður (Mynd: Kvf)

- Partarnir hava tikið ábyrgd og víst vilja

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

13.01.2018 - 10:30

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Arbeiðsmarknaður

Fyri løtu síðani segði Terje Sigurðsson, semingsmaður, við Kringvarpið, at Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Pedagogfelagið framvegis royna at finna eina semju. 

Hann sigur, at samráðignarnar gingu væl í gjár, í gjárkvøldið og í nátt. Klokkan 3 rendu partarnir seg fastar og vórðu tí sendir til hús. Á middegi í dag hittast teir aftur. Terji Sigurðson vónar og væntar, at partarnir hava sama hugburð og vilja, sum teir hava havt.

- Partarnir hava tikið ábyrgd og víst vilja til at fáa eina semju. Við tí hugburðinum eru vónirnar bjartar, sigur hann.

Hann sigur, at tað kortini ikki ber til at siga, nær komið verður á mál.