Siloakórið syngur á páskastevnuni 2018

Páskastevnan í Kambsdali 2018



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

09.04.2018 - 09:33

Mentan > Trúarlív

- Jesus er trúfastur!

Aftur í ár vóru páskamøtir og páskastevnur hildnar um alt landið, og Kristiliga Tíðindatænastan hevur skilt, at til samans hevur eitt stórt tal av fólki vitjaðu tær ymisku páskastevnurnar, bæði innan Hvítusunnurørsluna, Heimamissiónina, Brøðrasamkomuna og Karismatisku rørsluna.

Brøðrasamkomurnar í Eysturoynni hava í mong ár skipað fyri páskastevnum. Ábyrgdarluturin fellur upp á skift annaðhvørt ár millum samkomurnar eystanfyri Gøtueiði og samkomurnar á Skálafjørðinum. Í ár vóru tað samkomurnar Filadelfia í Gøtu, Hebron í Leirvík og Siloa í Fuglafirði, sum skipaðu møtini.

Møtini vóru í Siloa í Fuglafirði skírhósdag og langafríggjadag, men leygardagin og páskadag vórðu møtini flutt út í ítróttarhøllina í Kambsdali. Skipað var eisini fyri fleiri ungdómsmøtum, sum vóru seinni um kvøldið.

Sum nakað nýtt í ár varð skipað fyri evnistímum, sum vóru seinnapartin leygardagin í skúlastovunum í Miðnámi í Kambsdali. Fimm fyrilestrarhaldarar vórðu bodnir at viðgera hvør sítt evni. Fyrilestrarnir vóru kl.15:00 og endurtiknir kl.16:00. Áhugin var stórur at hoyra fyrilestrarnar.

Ein av fyrilestrarhaldarunum var Jógvan Páll Sevdal, sum á ein forvitnisligan og grípandi hátt greiddi frá, tá hann fyri 7 árum sídani, umborð á norskum handilsskipi, varð tikin sum gísli, meðan teir lógu við bryggju í Nigeria.

Temaðið á stevnuni í ár var “Jesus er trúfastur,” og tað má sigast, at evnið gekk sum ein reyður tráður ígjøgnum øll møtini.

Stevnan endaði páskadag kl.19:00 við eini stórstílaðari konsert, sum vardi í 2 tímar fyri fullsettari ítróttarhøll. Konsertin byrjaði við, at ein væl upplagdur MC Restorff framførdi 5 soloir, væl bakkaður upp við tónleikarum úr bólkinum T.O.S. Onkur helt fyri, at hóast MC er komin til pensjónsaldur, so hevur hann aldri verið frískari og meiri livandi enn í kvøld.

Dania Tausen, sum er av Toftum, og sum fast nógv við at syngja og leiða lovsang, framførdi 3 soloir, har av hon sjálv hevur skrivað ein av sangunum. Ein av sangunum, sum hon sang hetta kvøldið, var hin gamli og høgt elskaði klassikarin hjá sálmaskaldinum Victori Danielsen, og sum er millum teir mest inngrónu sangirnar innan brøðrasamkomurnar í Føroyum, Ja sig honum takk. Dania hevur skrivað eitt nýtt lag til sangin, og hon framførdi sangin vid nýggja lagnum, sum má sigast at vera djørv nýhugsan!

Siloakórið og sangbólkurin T.O.S. luttóku eisini við fleiri einastandandi framførslum.

Kristiliga Tíðindatænastan