Passið er tikið frá Shepheard-fólkunum

Snorri Brend

01.09.2014 - 14:47

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Løgregla

Nú fyrrapartin koma fleiri Sea Shepheard-fólk fyri rættin.

Hetta hendir eftir at tey royndu at mótmæla grindadrápinum heima á Sandi leygardagin.

Hetta førdi til handtøkur av íalt 14 fólkum, sum nú eru latin leys aftur, tí brotsverkini – hóast alt – vóru ov lítil til at tey kundu varðhaldsfongslast.

Nøkur teirra koma í rættin nú fyrrapartin. Talan er í hesum føri um tey sum vórðu handtikin á sjálvum sandinum á Sandi.

Hini átta fólkini, sum vóru í teimum trimum bátunum, koma fyri rættin 25. september, sigur fútin, John Kølbæk, í samrøðu við Kringvarpið.

- Málið er ikki so álvarsligt, at tey skulu varðhaldsfongslast, sigur hann.

Møguleiki er sjálvandi fyri at tey kunnu fara ella rýma av landinum.

Men løgreglan hevur tikið passið frá teimum, eins og tey skulu koma á politistøðina eina ferð um dagin.