Patrice Evra verður vístir av vøllinum (Mynd: EPA)

Patrice Evra fingið 8 mánaðir leikbann og uppsagdur

Ari av Rana

10.11.2017 - 18:10

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

UEFA hevur givið fransku fótbóltsstjørni 8 mánaðir langt leikbann, fyri at hava sparka ein fótbóltsfjeppara á høvdið. Patrice Evra hevur leikbann fram til 30. juni 2018.

Harafturat fær hann bót á áleið 75.000 krónur.

Longdin á leikbanninum førdi við sær, at eitt ára sáttmálin, sum hann hevði hjá Marseilles, varð strikað.

Tað var 2. november, áðrenn Marseilles spældi Europa League dyst móti Guimaraes í Portugal, at Evra bleiv illur. Marseilles viðhaldsfólk, sum vóru komin til Portugal at hyggja at dystinum, byrjaðu at syngja haturssangir um Patrice Evra.

Tá hesi viðhaldsfólkini fluttu seg oman til leikvøllin, har Marseilles leikararnir hitaðu upp, rann Evra yvir og sparkaði eina viðhaldsfólkið á høvdið.