Patrik Johannesen sæst her hegnisliga skorað til 2-2 í venjingardystinum ímóti Hødd.
(Mynd: firdaposten.no)

Patrik gjørdi hattrick



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

17.03.2018 - 20:11

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Patrik Johannesen gjørdi í dag veruliga um seg í venjingardysti. Føroyski áleyparin skeyt hattrick fyri sítt norska felag Floro í venjingardysti ímóti Hødd. 

Tað var 2-1 til Hødd í hálvleikinum, men í 2.hálvleiki tók Florø, og serliga Patrik Johannesen yvir. Tvøramaðurin gjørdi eitt perumál til 2-2, og næstu tíggju minuttirnar skoraði hann tvey mál afturat. Málið til 4-2 var uppá brotsspark. 

Í viðmerking til Firdaposten fegnast Patrik um sítt hattrick. Hann sigur, at hann hevur skula vant seg við leikháttin í nýggja felagnum. Han hevur havt ein málturk, men í dag losnaði tað so fyri áleyparan, ið skifti frá B36 í vetur.

Florø spælir í næstbestu deildini í Norra, ið byrjar 2.apríl. Patrik er úttikin til føroyska landsliðið, ið skal til Spania á venjingarlegu í morgin.