(Mynd: b36.fo / Bjarni Enghamar)

Patrik Johannesen fer til Florø í Noregi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

29.12.2017 - 10:08

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tvørámaðurin Patrik Johannesen verður ikki partur av hópinum hjá havnarliðnum B36 komandi kappingarár.

Heimasíðan hjá B36 skrivar í dag, at áleyparin, ið herfyri varð valdur til ársins spælara hjá felagnum, komandi kappingarár skal spæla við Florø í næstbestu fótbóltsdeildini í Noregi.

- Tað var ein fongur av teimum heilt góðu, tá vit undan kappingarbyrjan í fjør fingu knýtt Patrik Johannesen at hópinum. Viljin at arbeiða hart og støðugt at betra seg hevur eyðkent tíðina hjá Patrik her hjá okkum, og somikið væl hevur gingið í hond, at hann í heyst varð partur av føroyska A-landsliðshópinum. Hetta hevur eisini vakt ans uttanlands, og eftir at hava vitjað í Noreg í heyst stendur nú greitt, at Patrik komandi kappingarár skal spæla við Florø í næst bestu norsku deildini. Florø og B36 komu herfyri ásamt um prísin fyri spælaran, og nú eru Patrik og Florø eisini samd um treytirnar, skrivar b36.fo.

Sambært faroesoccer.fo skjeyt Patrik Johannesen 20 mál í 32 dystum fyri B36 í ár. Í ár vóru eisini landsliðsboð eftir Patrik Johannesen, og hann er nú skrásettur fyri tveir A-landsdystir. Patrik varð skiftur inn móti endanum av dystunum á útivølli móti Portugal og á heimavølli móti Estlandi.