Quarterback Tom Brady er nummar 12 (Mynd: EPA)

Patriots stórt comeback í søguligum Super Bowl

Sverri Egholm

06.02.2017 - 03:36

Ítróttur > Ítróttur > Amerikanskur fótbóltur

Super Bowl nummar 51 hevði alt, sum ein kundi ynskt sær. Drama, stórspæl og yvirtíð varð fyri fyrstu ferð nakrantíð í Super Bowl tikin í nýtslu fyri at fáa eina avgerð.

Favorittarnir New England Patriots fingu eina sera vánaliga byrjan, meðan álopið hjá Atlanta Falcons koyrdi sum eftir ánni.

Fyrstu tríggjar fjórðingarnar av dystinum var tað einki, sum bendi á, at Patriots høvdu nakað at bjóða uppá í dag, tí teir vóru aftanfyri 28-3. Men soleiðis skuldi ikki vera. Við Tom Brady á odda gjørdu New England Patriots eitt søguligt comeback.

Tá teir fýra fjórðingarnir vóru leiktir stóð tað á jøvnum 28-28, og tí máttu liðini út í sokallaða “overtime”, og tað gjørdist talan um ein sannan gysara, har tann sum fær touchdown fyrst vinnur.

Og legendariskt fekk New England Patriots touchdown og vann Super Bowl nummar 51.

New England Patriots - Atlanta Falcons (34-28)