Niðurdotna flogfarið var av slagnum Cessna, ið er meinlíkt hesum

Paul var ein royndur flogskipari

Snorri Brend

18.09.2014 - 15:43

Tíðindi > Flogferðsla


Eitt amerikanskt lokalblað, The Forum of Fargo, hevur greitt frá, at flogskiparin, sum hvarv við lítla flogfari sínum á veg úr Keflavík til Kulusuk, var 34 ára gamli Paul Eriksmoen úr Shelton í statinum Washington.

Pápi hansara, Curtis Eriksmoen, upplýsir fyri The Forum of Fargo, at sonur hansara var einsamallur umborð á Cessna-flogfarinum, sum hann var á veg úr Evropa til USA við, skrivaði Sandoyarportalurin í gjár.

Paul Eriksmoen er útbúgvin flogskipari og starvast hjá amerikonskum flogerksmiðjum við at flúgva flogfør til kundar kring allan heimin.

Pápin upplýsir, at familjan varð kunnað um horvna flogfarið leygardagin, eftir at fleiri í familjuni ikki høvdu fingið samband við hann í longri tíð.

Í gjár var komið fram á flogfarið sum hvarv, eftir at tað hevði havt radiosamband við Kulusuk stutt áðrenn ætlaðu lendingina hósdagin í farnu viku.

Paul Eriksmoen var giftur, men tey áttu eingi børn.

Les meira: Horvna flogfarið í Grønlandi funnið
Les meira: Flogfar horvið í Grønlandi