Paul Watson fegnast um dómin



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Steinar Patursson

21.03.2016 - 16:31

Tíðindi > Heilsa & Umhvørvi > Umhvørvi & umhvørvisfelagskapir

Paul Watson hevur gjørt greitt, at hvørki Sea Shepherd ella aktivistarnir, ið herfyri fingu dóm fyri at órógva grindirnar í Bø og í Tórshavn, ætla sær at gjalda nakra sum helst bót.

Paul Watson vil vera við, at hóast bøturnar ikki skulu gjaldast, so skulu Sea Shepherd og limir tess vera errin av dóminum, og annars lata sum luft.

Tað veruliga órættvísi er tó, at Sea Shpeherd limirnir ikki sluppu at umseta bøturnar til ein fongsulsdóm, metir Paul Watson, ið samstundis leggur dent á, at Sea Shepherd ætlar sær ikki at virða lógirnar í Føroyum, tí Føroyar virða ikki altjóða lóggávu. Paul Watson trívir aftur í argumentið, at eftirsum at nógvir føroyingar hava danskt ES pass, so skulu teir yvirhalda evropeiska lóggávu, ið setir forboð fyri hvalaveiðu.

Eisini heldur Paul Watson, at næsta stigið má vera at senda so nógvar aktivistar til Føroya, at um løgreglan handtekur øll, so verður ikki pláss fyri øllum í varðhaldinum.

Eisini hevur Paul Watson nøkur útvald orð um Lindu Hesselberg, ákæra, ið hann skírir at vera at grindainkvisitor, ið roynir at vinna tokka millum føroyskar menn.

- Eg síggi hana smíla fyri seg sjálva, meðan hon sær heitt blóð sprutta á andlitið hjá einum manni, og ein myrk gleði kemur yvir hana, meðan hon spent sleikir varrar sínar og hugsar "kanska føroysku menninir fara nú at góðtaka meg sum ein teirra", sigur Paul Watson.