Paul Watson tosar við Gunnar Thomsen, bassspælara í Týr (Mynd: Paul Watson)

Paul Watson leggur eftir Týr

Oda Strøm

23.05.2018 - 11:46

Tíðindi > Samfelag & politikkur > Grind

Sea Shepherd hevur nú sett sær fyri at leggja eftir føroyska bólkinum Týr í royndini at steðga grindadrápi. 

Undir yvirskriftini "Heri The Silly Viking Wimps Out in San Diego", skrivaði Paul Watson í gjárkvøldið eitt langt skriv um grindadrápið í Gøtu, og at Sea Shepherd var til staðar á konsertini hjá Týr í býnum San Diego fyri at mótmæla. 

Paul Watson uppáheldur á Facebook, at Heri er ein vussur, sum ikki torir at kjakast við hann.

- Í gjár royndi eg at kjakast við forsangaran í føroyska bólkinum Týr. Heri Joensen noktaði at koma út úr bussinum. Hann hevur sagt, at eg fór at vera bangin fyri at kjakast við hann, men í gjárkvøldið hevði hann møguleikan, men himpraðist og vildi ikki koma út. Tað er lætt at vera tann stóri djarvi maðurin, sum stingur ein verjuleysan grindahval til deyðis. Blóðið sum er splattað á klæðum hansa er einasta veruliga sambandið til hansara víkingagykl, skrivaði Paul Watson millum annað. 

Paul Watson fekk tó orðið á bassspælaran Gunnar Thomsen og sigur, at í minsta lagi tordi hann at lurta. 

- Eg virði, at hann vildi tosa við okkum og lurta. Í minsta lagi er hann ikki ein kloddi eins og sadistiski forsangari teirra Heri Joensen, sum fær gleði burturúr av at virka fyri slátrinum. 

Felagsskapurin Sea Shepherd ætlar sær at mótmæla til allar konsertirnar hjá Týr í USA komandi dagarnar. 

Les eisini: - Paul Watson royndi ikki eingongd at tosa við meg