Heri Joensen, forsangari í bólkinum Týr

- Paul Watson royndi ikki eingongd at tosa við meg

Oda Strøm

24.05.2018 - 06:45

Tíðindi > Samfelag & politikkur > Grind

Undir yvirskriftini "Heri The Silly Viking Wimps Out in San Diego", skrivaði Paul Watson fyrrakvøldið eitt langt skriv um grindadrápið í Gøtu, og at Sea Shepherd var til staðar á konsertini hjá Týr í býnum San Diego fyri at mótmæla.

Paul Watson vildi vera við á Facebook, at Heri er ein vussur, sum ikki tordi at kjakast við hann.

Hetta er tó langt frá sannleikanum, sigur Heri Joensen, forsangari í Týr.

- Hann gjørdi als onga roynd at koma á tal við meg, sjálvt um eg fleiri ferðir gekk beint framvið, har tey stóðu. So vítt sum eg dugi at síggja, roynir hann bara at provokera meg við at kalla meg bæði líkt og ólikt at geva sær mótspæl í miðlunum, so hann fær meira ans, og eg ætli mær ikki at hjálpa honum á nakran hátt við tí. Gunnar prátaði tó við hann eina løtu.

Týr hevði fingið ógvusligar hóttanir frá Sea Shepherd-limum gjøgnum Facebooksíðuna hjá teimum, áðrenn konsertin skuldi byrja. Spælistaðið hevði fingið somu hóttanir á telefonsvararan. Konsertferðaleiðarin og fyrireikarin meldaðu viðkomandi til løgregluna í San Diego, og fyrireikarin skipaði eisini fyri eyka trygd, bæði við løgreglu og eyka trygdarvørðum fyri at verja limirnar í Týr. Heri sigur tó, at alt gekk friðarliga fyri seg. 

- Paul Watson og nakrir fáir aðrir Sea Shepherd limir møttu upp og stóðu hinumegin vegin við skeltum. Eg sá sjálvur, at Paul Watson var har, tá eg gekk ímillum bussin og spælistaðið, men eg havi ongan áhuga at geva honum meira ans ella miðlatíð, enn hann longu hevur. 

- Tað einasta, sum hann vil, er at sleppa framat í miðlunum og við øsingarjagstran at yvirtala fólk at senda sær pengar, leggur Heri Joensen afturat. 

Les eisini: Paul Watson leggur eftir Týr