Mynd frá grindadrápinum í 2015 (Mynd: Jn.fo)

Paul Watson: Sea Shepherd møguliga til Føroya næsta summar

Sverri Egholm

29.10.2017 - 21:26

Tíðindi > Heilsa & Umhvørvi > Umhvørvi & umhvørvisfelagskapir

Tað er ikki farið aftur við borðinum hjá Paul Watson, at bátarnir hjá umhvørvisfelagsskapi hansara, Sea Shepherd, eru seldir á uppboði um vikuskiftið, og heldur ikki, at grindadráp hevur verið í Skálafirði í dag.

Hann skrivar á Facebook í dag, at stríðið móti grindadrápi heldur fram, og at Sea Shepherd møguliga kemur aftur til Føroya í 2018.

Seinast Sea Shepherd var í Føroyum var í 2015, og tað gekk ikki stillisliga fyri seg. Millum annað í Sandavági legði ein bátur hjá Sea Shepherd uppí grindadrápi, og kundi elvt til stóran mansskaða.

Løgreglan tók tað summarið fleiri bátar hjá felagsskapinum, og nakrir av teimum vóru seldir á uppboðssølu leygarmorgunin. Men Paul Watson vil vera við, at løgreglan hevur stolið bátarnar, og at felagsskapurin framvegis eigur bátarar. Bátarnir vórðu seldir fyri góða hálva millión tilsamans.

- Keypararnir skulu vita, at vit framvegis rokna bátarnar sum ogn hjá felagsskapinum, skrivar hann á Facebook.

Óvist er tó hvussu Sea Shepherd ætlar sær at forða fyri grindadrápi í summar. Landsstýrið setti í fjør fyriskipanir í verk, sum skulu forða fyri, at skip hjá felagsskapum leggja upp í grindadráp, og at atgerðarfólk av órøttum sleppa inn í landið.