Paul Watson: - Vit hava trý skip, ið liggja klár í Bremen

Hallur av Rana

07.05.2015 - 16:59

Tíðindi > Heilsa & Umhvørvi > Umhvørvi & umhvørvisfelagskapir

Umhvørvisfelagsskapurin Sea Shepherd hevur boðað frá, at felagsskapurin í ár sendir allan sín flota til Norðuratlantshavið, har felagsskapurin serliga ætlar at stríðast móti hvalaveiðuni hjá Norra, Danmark og Íslandi.

Les eisini: Sea Shepherd sendir allan flotan í Norðuratlantshav

Norski miðilin TV2, hevur í dag tosað við leiðaran fyri felagsskapin, Paul Watson, ið játtar tíðindini, og vísir á, at stundin er komin at seta sjóneyka á allar teir hvalir, ið Norra, Ísland og Danmark drepa.

- Eg føli at stundin er komin at seta sjóneyka á drápini av 1.786 hvalum í havleiðini millum Norra, Ísland og Danmark. Norra rekur vinnuligan hvalaveiðu, og tað hevur altjóða hvalaveiðufelagsskapurin sett forboð móti, sigur Paul Watson í samrøðu við TV2.

Sambært Paul Watson, so verður talan um at senda trý skip til Norðuratlantshavið.

- Vit hava trý skip, ið liggja klár í Bremen, og eru í ferð við at gera tvey onnur klár. Síðani sigla við norðureftir fyri at seta sjóneyka á norsku, íslendsku og donsku hvalaveiðuna, sigur Watson.

Watson nevnir aldrin Føroyar í samrøðuni, men lítil ivi er um, at hann meinar við Føroyar, tá hann áhaldandi nevnir hvalaveiðuna hjá Danmark. Sostatt røkist alt fyri, at føroyingar mugu brynja seg til enn eitt summar við Sea Shepherd.