Paul Watson hevur ikki fingið loyvi frá Jens Kristian Vang at brúka myndirnar

Paul Watson verjir sýslumannin: Ring líkindi vóru orsøkin

Ingi Samuelsen

13.08.2014 - 03:13

Tíðindi > Samfelag & politikkur > Grindaboð

Paul Watson leiðari í Sea Shepherd hevur nú gjørt upp hendingarnar í Suðuroy í dag, tá grindaboð vórðu boðað, men uttan úrslit, tí grindin slapp.

Á sosialu miðlunum hevur í dag verið róð uppundir, at tað var ein sigur til Sea Shepherd, tí at sýslumaðurin kanska ikki tordi at halda grindini til. Kjakið gjørdist ikki minni av, at kringvarpið í útvarpstíðindunum segði, at grindin ”varð slept” heldur enn at siga, at hon ”slapp”.

Brynhild Thomsen, redaktørur á útvarpstíðindunum, hevur seinni á Facebook viðgingið, at talan var um eitt málsligt mistak.

Paul Watson sigur á Facebook í kvøld, at sýslumaðurin avlýsti orsaka av vánaligum streymviðurskiftum. Um avgerðina hjá sýslumanninum at senda bátarnar til lands aftur sigur hann: ”Nøkur lokal grenjaðu um, at tað var ein undanførsla og ákærdu sýslumannin fyri at avlýsa raksturin orsaka av Sea Shepherd.”

Paul Watson minnir annars á, at tað í dag er júst eitt ár síðan, at 450 hvalir løgdu beinini á sandinum í Hvalba.

Ses Shepherd fólk beind burtur
Um tað, ið annars hendi, greiðir Paul Watson frá, at løgreglan royndi at forða landdeildunum hjá Sea Shepherd at koma til sandin í Hvalba. Men nøkur Sea Shepherd fólk náddu hagar áðrenn avbyrgingarnar vórðu settar í verk, men hesi vórðu ”aggressivt” beind burtur av løgregluni.

Hann greiðir frá, at skipið Brigitte Bardot, sum patrúljeraði kring Suðuroynna, beinanvegin setti kós móti Hvalba, og har varð hon møtt av trimum gummibátum og einum sjóverjuskipi, sum helt vakt á vágni. Stutt eftir kom ein donsk fregatt eisini (Hvidbjørnen, red.).

Júst sum Brigitte Bardot kom á Hvalba, varð grindadrápið blást av, skrivar Paul Watson, sum leggur dent á, at týdningarmest av øllum var, at eingin hvalur doyði í dag og heldur ongin samanbrestur hendi: ”Lots of excitement but no Grind, no conflict and no whales murdered.”

Ikki biðið um loyvi at brúka myndir
Afturat tekstinum hevur Paul Watson kopiera myndirnar, sum Jens Kristian Vang hevur tikið og lagt á Portalin. 

Jens Kristian Vang sigur, myndirnar eru brúktar uttan at hann hevur givið loyvi til tað.