Pauli Høj, samkomuleiðari í Kelduni (Skíggjamynd úr Gud signi Føroyar - KVF)

Pauli Høj: - Sendingin gav hyggjaranum eina skeiva mynd av okkara boðan

Ari av Rana

22.02.2018 - 15:14

Tíðindi > Trúarlív

Pauli Høj, samkomuleiðari í Kelduni, viðmerkir í dag fyrstu sendingina í sendirøðini “Gud signi Føroyar”, sum Kringvarpið hevur latið gjørt.

Pauli heldur, at breiddin í sendingini manglaði, og at teir tættir av samkomulívinum, sum Keldan metir er mest upplýsandi í mun til endamálið við sendingini, soleiðis sum tað var forklára teimum, vórðu niðurraðfestir.

- Vit uppliva, at sendingin í ein ávísan mun legði ov stóran dent á, hvat Keldan heldur um pengar, samkynd og himmal og helviti.

Pauli greiðir frá, at samkoman hevur innsavnan eina ferð um mánaðin, har tosað verður í einari 5-10 minuttir um týdningin av at sáa inn í Guds ríki. Dentur verður lagdur á, at gávurnar eru sjálvbodnar.

Eisini sigur hann, at Bíblian tosar um, at himmal og helviti er ein veruleiki, og tí hoyrist tað eisini viðhvørt.

- At geva hyggjaranum eina fatan av, at vit brúka nógva orku uppá hendan partin, er heilt einfalt at geva hyggjaranum eina skeiva fatan av okkara boðan. Vit brúka nógv meira tíð uppá at tosa um Guds kærleika, rættvísi, gleði, vón, fyrigeving og náði o.s.fr., sigur Pauli Høj.

Pauli ger tó greitt, at tað heilt avgjørt er í lagi at koma við kritikki til samkomur og kirkjur. Men kritikkurin eigur at verða sakligur.

- Tá ið vit uppliva, at tað ikki verður spælt við opnum kortum, so vilja vit sum leiðarar fyri eina samkoma blíva ótrygg, og tí fær tað okkum at halda okkum aftur.

Pauli heldur eisini, at hann møguliga var ov góðtrúgvin, tá ið hann játtaði at geva KVF loyvi at gera sendingina.

- Eg vil tó siga, at tað er einki, sum kom fram í sendingini, ið vit í Kelduni ikki kunnu standa inn fyri.

Tó harmast hann um, at ósamsvarið millum tí kunning, sum Keldan fekk viðvíkjandi hvussu sendingin skuldi síggja út, og tað, sum kom fram í sendingini.

Les alla viðmerkingina frá Kelduni her