Pávin finnist at umsitingini hjá Trump um tilflytarafamiljurnar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

20.06.2018 - 13:12

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Ein røð av fólki hava longu funnist at politikkinum hjá Donald Trump um ólógligar tilflytarar. Familjur, sum verða tiknar við meksikanska markið í eini roynd at koma ólógliga inn í USA, verða sundurskildar, har foreldrini verða handtikin, meðan børnini verða koyrd á uppihaldsstøð.

Ljóðupptøkur eru komnar undan kavi, har børn, sum hava verið atskild frá foreldrum og kenningum í upp til tríggjar dagar, hoyrast gráta eftir foreldur sínum.

Nú sigur pávin sín meining um politikkin hjá amerikanska forsetanum. Pávin finnast at og sigur við tíðindastovuna Retuers, at populisma er ikki svarið til fólkaferðignartrupulleikan í heiminum.

Pávin stuðlar sjónarmiðum, sum eru komin frá katólskum prestum í USA, sum siga, at sundurskiljingin av børnum frá foreldur sínum gongur ímóti virðunum hjá katólsku kirkjuni, og at hetta er ómoralskt.