(Mynd: EPA)

Pávin troyttur av snildfonum í gudstænastuni



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

09.11.2017 - 09:19

Mentan > Uttanlands > Annað

Frans pávi vil ikki síggja snildfonirnar longur. Hann vil hava, at fólk biðja heldur enn taka myndir, skrivar DR.

- Presturin, sum leiðir gudstænastuna, sigur “lyft tykkara hjørtu”. Hann sigur ikki “lyft tykkara snildfon og tak myndir”, segði pávin til tey trúgvandi í dag, tá hesi vóru savnað á Pætursplássinum í dag.

Pávin kallar tað, at brúka snildfon undir gudstænastuni “sera ljótt”, og sigur, at hann gerst keddur av at síggja so nógv fólk, bæði vanlig og prestar og biskupar, brúka snildfon.