Til mótmælistiltak á Vaglinum (Mynd: Sverri Egholm)

Pedagogar verða mótroknaðir í januarlønini

Sverri Egholm

18.01.2018 - 20:39

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Í januar lønini verður mótrokningin eftir ætlan framd. Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum í svari til ein grein 52 spurning frá Bill Justinussen

Hon varar tó ikki av lønunum hjá kommununum, sum hava áleið tvær ferðir størri lønarútreiðslur enn landið á tí økinum.

- Landið valdi í desember mánaði at rinda mánaðarløntum løn av praktiskum grundum, so sum vanligt er. Tað er lættari at gera ta mótrokningina, tá ið verkfallið er av. Tá liggur eisini klárt, hvørji fólk hava verið undantikin frá verkfallinum tann mánaðin, summi heilt undantikin, summi partvíst undantikin. Tá er eisini størri vissa fyri, at rætt verður roknað.

- Haraftrat var verkfallið suspenderað frá 22. desember klokkan 23 til tann 27. desember klokkan 7. Eisini er desembur mánaði serstakur, tí júst hendan mánaðin verður lønin útgoldin tíðliga. Í januar lønini verður mótrokningin eftir ætlan framd.

- Leggjast skal afturat, at landið ikki hevur rindað tímaløntum løn fyri annað, enn tímar, sum tey longu høvdu arbeitt og høvdu rætt til at fáa útgoldið, sigur Kristina Háfoss millum annað í svarinum.

Sí alt svarið her