Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Pengarnir eru uppi á Landssjúkrahúsinum

Sverri Egholm

12.10.2017 - 14:57

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Játtanin hjá Landssjúkrahúsinum er brúkt, og landsins størsta sjúkrahús koyrir tí á lægsta blussi í løtuni.

Pengar eru ikki at gjalda lønir við restina av árinum. Tað er ikki annað at gera enn at koyra fólk í feriu ella viðja tey avspáka, sigur Ronnie Midjord, sjúkrahússtjóri, við Kringvarpið.

Tað vil siga, at alt virksemi á Landssjúkrahúsinum, sum kann bíða, bíðar til januar 2018.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sigur við Kringvarpið, at tað helst fara at mangla 6 milliónir krónur í, tá avtornar.

Mánadagin fer hon á fund við Fíggjarmálaráið, og tað skal helst sparast undir eina millión.