Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna við almannamálum (Mynd: Sverri Egholm)

Pensjónsnýskipanin í Løgtinginum í dag



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

12.01.2018 - 11:45

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Almannaverk og sosiala økið

Ársins fyrsti tingfundur varð settur í dag kl. 10, har fyrsta viðgerð av Pensjónsnýskipanini, er á skránni.

Seks uppskot verða viðgjørd í dag:

1. Løgtingsmál nr.65/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting lmannaveitingum (Pensjónsnýskipan)

2. Løgtingsmál nr.66/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl. (Pensjónsnýskipan)

3. Løgtingsmál nr.67/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Pensjónsnýsipan)

4. Løgtingsmál nr.69/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin) (Pensjónsnýskipan)

5. Løgtingsmál nr.70/2017: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn (Pensjónsnýskipan)

6. Løgtingsmál nr.71/2017: Uppskot til løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar

Hesi seks tingmálini verða viðgjørd undir einum, og verða síðani beind í ávikavist Trivnaðarnevndina og Fíggjarnevndina.

Eisini verða framløgur í løgtinginum í dag.