Peru verður møguliga nokta HM luttøku



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

24.11.2017 - 23:44

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tíðindamiðil í Peru bar í vikuni tíðindi um at landið kundi verði nokta luttøku í HM endaspælinum í Russlandi í summar. Orsøkin skal verða politisk.

Peru varð síðsta landið, sum vann sær luttøku til endaspælið, tá teir vunnu á Ný Sælandi í play-off dystum. Men nú setir politikkur luttøkuna í vanda.

Orsøkin er at Paloma Noceda, limur í kongressini í Peru, hevur lagt lógaruppskot fram, sum ger at peruvianska fótbóltssambandið missir sítt sjálvstýrið.

Verður uppskotið til lóg, fer ítróttarstovnurin hjá landinum at stýra peruvianska fótbóltssambandinum. Hetta er ímóti reglunum hjá FIFA, sum ikki loyvir politiskari uppíblanding í fótbóltssambondini.

Forsetin í peruvianska fótbóltssambandinum er tó vísir í, at Peru ikki verður útiloka.

Peru megnaði at spæla seg til eitt HM endaspæl fyri fyrstu ferð í 36 ár.