Pest ella kolera: Hald játtanina ella sig ósatt fyri tinginum

Ingi Samuelsen

04.11.2014 - 18:10

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

”Tá ein stovnur ger galdandi, at hann manglar pengar, men roknskapartøl og fyriliggjandi upplýsingar ikki kunnu undirbyggja hesum og kanska heldur benda á tað øvugta, so hevur landsstýrismaðurin ikki grundarlag at biðja Fíggjarmálaráðið ella Løgtingið um eykajáttan”.

Soleiðis skrivar Johan Dahl, landsstýrismaður við vinnumálum, millum annað í frágreiðing síni um SSL-málið, sum millum annað varð løgd fyri tingmanningina hjá Sambandsflokkinum í gjár.

Landsstýrismaðurin sigur seg hava verið í eini støðu, har hann skuldi velja millum pest ella kolera. Antin at lata løgtinginum skeivar upplýsingar ella møguliga ikki at halda játtanina. Landsstýrismaðurin valdi tað seinna.

Alt bendir á, at henda frágreiðingin bjargar honum frá einum misáliti í tinginum í dag, tí líkt er til, at ein samlað samgonga fer at atkvøða ímóti misálitinum, sum andstøðan leggur fyri tingið í dag.

Sambært frágreiðingini frá vinnumálaráðharranum var fíggjarliga óskilið á Strandferðsluni so stórt, at tað ikki var møguligt at biðja um eina eykajáttan.

Hann leggur beinleiðis Strandferðsluna undir at royna at fáa eykajáttan á óheiðurligan hátt:

”Fatanin hjá VMR var, at talan var um eina roynd hjá leiðsluni á SSL at fáa meirjáttan, sum ikki kundi undirbyggjast, og at tessvegna hingu tølini ikki saman”, skrivar Johan Dahl millum anað.

Í frágreiðing síni vísir landsstýrismaðurin á, at fleiri sparitiltøk vórðu framd í 2013, og at ætlaða sparingin upp á 3,8 milliónir krónur, sum svarar til 2 prosent av útreiðslukarminum, varð spard inn aftur vegna lægri oljuprísir, øktar inntøkur og aðrar sparingar.

Johan Dahl vísir eisini á, at fleiri tiltøk eru sett í verk, sum rætta viðurskiftini á stovninum, eitt nú at stjórin og fíggjarleiðarin eru skiftir út og at grannskoðanin av stovninum helst verður flutt til Landsgrannskoðanina.

Frágreiðingin hjá Johan Dahl kann lesast her