Peter Krogh, t.v.

Peter Krogh vendir aftur til Føroya



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

14.11.2017 - 12:54

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Landsliðsspælarin í hondbólti, Peter Krogh, flytir aftur til Føroya at búgva eftir bert fáar mánaðir sum sáttmábundin spælari hjá danska felagnum Skive fH.

Heimasíðan hjá danska felagnum skrivar, at tað er familjuorsøkum, at avgerð er tikin um at flyta aftur til Føroya.

Heimasíðan jn.fo visti um vikuskiftið at siga, at Peter Krogh, aftur skal spæla við H71, har hann spældi áðrenn tey fluttu til Skive.

Hetta er ikki váttað av H71 enn.