Peter Madsen (t.v.) og Kim Wall (t.h.) (Mynd: TV2)

Peter Madsen ákærdur fyri morð: – morðið var planlagt

Ari av Rana

16.01.2018 - 11:51

Tíðindi > Danmark

Ákæruritið er nú alment, og Peter Madsen verður ákærdur fyri morð, ósømiligan atburð við líkið, og annað kynsligt samband enn samlegu við svensku tíðindakvinnuna, Kim Wall.

Ákærin krevur lívslanga fongsulsrevsing ella varðhald.

Sambært ákæruritinum var morðið lagt til rættis og fyrireikað. Sambært ákæruritinum er mátin Kim Wall varð myrd ókendur, men tað kann hava verið at hon var skorin á háls ella kvald, skrivar TV2.

Peter Madsen verður eisini ákærdur fyri annað kynsligt samband enn samveru av serliga vandamiklum slagi og fyri at hava limað líkið sundur.



beint nú