Peter Madsen legði drápið til rættis

Ari av Rana

23.01.2018 - 13:55

Tíðindi > Danmark

Miðlarnir hava nú fingið inntil í ákæruritið móti Peter Madsen. Í ákæruritinum stendur at, at Peter Madsen bant og skemdi Kim Wall niðri í kavbátinum Nautilus, áðrenn hann drap hana.

Madsen hevði ikki bert avgjørt, at hann ætlaði at drepa Kim Wall, áðrenn tey fóru í kavbátin. Hann legði alt drápið til rættis. Hann tók sag, knív, skerpað skrúvubløð, plastikkstrips og rør við í kavbátin.

Løgreglan metir, at Peter Madsen drap Kim Wall við antin at skera hálsin yvir ella kvala hana, eftir at hann hevði skemma hana.

Peter Madsen er ákærdur fyri at hava dripið Kim Wall, og fyri at hava havt ósømiligan umgang við líkinum. Eisini heldur løgreglan at Kim Wall var úti fyri øðrum kynsligum ágangi enn sex av serliga vandamiklum slag. Og at endans verður Peter Madsen ákærdur fyri trý ymisk brot á siglingarlógina, eitt nú fyri at hava sett lívi hjá manningini á einum farmaskipi og ferðafólk á einum ferðamannaskipi í váða, skrivar TV2.



beint nú