Peter Madsen (t.v.) og Kim Wall (t.h.) (Mynd: TV2)

- Peter Madsen droymdi altíð um fullkomnu brotsgerðina

Ari av Rana

25.01.2018 - 07:06

Tíðindi > Danmark

Steen Lorck arbeiddi saman við Peter Madsen seinastu níggju árini. Fyri fyrstu ferð síðani Nautilus-málið byrjaði, fortelur hann sína søgu um sín starvsfelaga.

- At ein kann fara so skeivt av einum persóni skelkar meg. Hetta er ein maður eg havi fylgst við í níggju ár, sigur Steen Lorck.

Lorck starvaðist sum bátastjóri á Nautilus.

- Peter var altíð sera ordiligur við meg. Hann kallaði meg altíð skiparin. Eitt sindur í skemti, sjálvandi, sigur Steen.

Steen hevði aldrin trúð, at tað Peter Madsen nakrantíð fór at verða ákærdur fyri manndráp. Men ein hending situr fast hjá Steen Lorck.

- Eina ferð segði hann við meg, at hann droymdi um at fremja tí fullkomnu brotsgerðina, og at hann kundi hugsa sær, at neyðsendarfar og tyrlur jagstraðu hann.

Steen Lorck og Peter Madsen skuldu sigla til Bornholm fríggjadagin 11. august, men Peter avlýsti í síðstu løtu. Fáa minuttir áðrenn Peter sigldi út saman við Kim Wall, sendi hann eini boð til Steen um at túrurin varð avlýstur.

- Eg skrivaði aftur og spurdi nær vit so sigla, men eg fekk einki svar, sigur Steen Lorck við TV2.