Peter Madsen (t.v.) og Kim Wall (t.h.) (Mynd: TV2)

Peter Madsen fekk harðasta dómin

Ari av Rana

25.04.2018 - 11:20

Tíðindi > Danmark

Danski kavbátaeigarin, Peter Madsen, varð fyri løtu síðani dømdur lívslanga fongsulsrevsing fyri at hava dripið Kim Wall.

Dómurin varð staðfestur av dómara Anette Burkø í býrættinum í Keypmannahavn fyri løtu síðani.

Tað var ein samdur dómsmannarættur, sum helt, at Peter Madsen átti at verða dømdur lívslanga fongsulsrevsing.

Rætturin trúði ikki fleiri av forkláringunum hjá Peter Madsen. Millum annað tað at Peter Madsen broytti sína forkláring um hvussu Kim Wall doyði, tí at hann tók atlit til hennara avvarðandi.

Ákærin kravdi lívslanga fongsulsrevsing, ella í øðrum lagi forvaring, meðan verjin ikki helt at Peter Madsen kundi dømast fyri annað enn tað hann hevur viðgingið, t.v.s. at hava lima sundur Kim Wall. Tí kravdi verjin hægst seks mánaðir fongsulsrevsing.

Rætturin metti, at Peter Madsen lima Kim Wall sundur fyri at fjala hansara brotsgerð.

Nú skal Peter Madsen og verji hansara taka støðu til um tey skulu kæra dómin beinanvegin.