(Mynd: EPA)

Peter Madsen hevur ikki sagt, at Kim Wall doyði av kolsúrniseitran

Ari av Rana

01.11.2017 - 11:44

Tíðindi >

Tað er ikki rætt sum løgreglan sigur, at Peter Madsen hevur sagt at Kim Wall doyði av kolsúrniseitran. Hetta sigur sakførarin hjá Peter Madsen, Betina Hald Engmark, sambært DR.

Hon hevur skriva til løgregluna, og klaga um at løgreglan sigur hetta, men hon hevur ikki fingið nakað svar. Tí fer hon alment út fyri at fáa hetta rætta. Engmark sigur, at Madsen ikki kennir til og ikki hevur úttala seg um hvussu svenska tíðindakvinnan doyði.

Peter Madsen sigur seg hava verið á dekkinum, tá Kim Wall doyði. Hann hevur fortalt, at undirtrýst var í kavbátinum, og at har var fleiri útstoytsgassir, og at eitt av gassunum var kolsúrevni. Tó leggur sakførarin dent á, at Peter Madsen ikki veit hvussu nógv var, og um tað var nokk til at drepa Kim Wall.