(Mynd: EPA)

Peter Madsen viðgongur at hava parterað Kim Wall

Sverri Egholm

30.10.2017 - 13:19

Tíðindi >

Peter Madsen hevur nú viðgingið at hann hevur partera líkið av svenska journalistinum Kim Wall, sum hvarv eftir ein túr við kavbátinum UC3 Nautilus.

Tað upplýsir løgreglan í Keypmannahavn í tíðindaskrivi sambært Danmarks Radio.

Víðari viðgongur Peter Madsen, at tað var hann, sum eftir parteringina av líkinum, koyrdi líkpartarnar fyri borð í Køge Bugt.

Sambært løgregluni vil hann nú vera við, at Kim Wall doyði av kolsúrniseitran í bátinum meðan hann sjálvur var á dekkinum á kavbátinum.

Peter Madsen hevur áður greitt frá, at hann setti hana í land hetta sama kvøldið, hósdag 10. august, men til grundlógaravhoyrið segði hann, at Kim Wall fekk eina 70 kilo tunga lúku í høvdið, og doyði.

Hann noktar seg framvegis sekan í at hava dripið, og at hava havt aðra kynsliga samverðu við henni.