Savnsmynd: Sverri Eghoolm

Pf Enniberg hevur stevnt Fiskimálaráðið

Ari av Rana

13.12.2017 - 16:13

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Fiskivinnupolitikkur

Nógvar atfinningarsamar røddir hava verið í samband við uppskotið um sjófeingi, sum varð endaliga samtykt í løgtinginum í gjár. Serliga vóru tað tey stóru reiðaríini, sum løgdu hart eftir landsins politikarum, og vildu hava uppskotið felt.

Í dag hevur Pf Enniberg valt at stevna Fiskimálaráðið. Tað váttar aðalstjórin í Fiskimálaráðnum, Rógvi Reinert, fyri Vágaportalinum.

Pf Enniberg hevur valt at stevna Fiskimálaráðið grundað á tvey viðurskifti. Tað eina sakarkravið er lógin um sjófeingi, sum løgtingið samtykti í gjár. Pf Enniberg metir hetta verða ein ognartøka við endurgjaldsskyldu, skrivar Vágaportalurin.