(Mynd: Scanpix)

Place on Earth vann uppiborið

Ari av Rana

09.04.2018 - 14:59

Mentan > Undirhald

Place on Earth, sum vunnu ársins útgávu av X Factor í Danmark, gjørdi hetta í stórum stíli. Samansetti bólkurin hjá Thomas Blachmann vann heili 7 av 8 beinleiðis sendingunum.

Hetta er staðfest, nú Danmarks Radio hevur fingið ein revisor at kanna atkvøðugreiðslurnar til øll ársins sendingum.

Jamie Talbot, sum endaði á øðrum plássi í finaluni, gjørdist nummar tvey í 5 av 7 beinleiðis sendingum.

Rasmus, sum gjørdist nummar trý í finaluni, vann sjálvur eina beinleiðis sending. Hetta var í fjórðingsfinaluni, har hann sag sangin “Glory”.

Besta plássið hjá Sigmundi var eisini í fjórðingsfinaluni, har hann endaði á øðrum plássi við sanginum “Danmark” eftir Gnags. Vikuna eftir gjørdist hann tó ov stuttar til hálvfinaluna. Sigmund fekk 62.093 atkvøður ella 19,1% av atkvøðunum, meðan Rasmus fekk 16.000 atkvøður fleiri enn Sigmund, t.v.s. 78.972 atkvøður og 24,3%.